Merkingarroynd av toski

Í tíðarskeiðnum 6.-20. oktober 1997 vórðu umleið 4000 toskar merktir á føroyska landgrunninum, javnt býttir millum økini norðanfyri, vestanfyri, sunnanfyri og eystanfyri.

Í tíðarskeiðnum 6.-20. oktober 1997 vórðu umleið 4000 toskar merktir á føroyska landgrunninum, javnt býttir millum økini norðanfyri, vestanfyri, sunnanfyri og eystanfyri. Merkini eru gul við einum lepa innií og eru fest framman fyri fremstu ryggfjøður (sí Mynd 1). Eisini vórðu 88 toskar norðanfyri merktir við goymslumerkjum (datamerkjum). Tey vórðu opererað inn í búkholuna. Úr búkinum á teimum fiskunum hongur ein ljósareyður gummitráður (sí Mynd 1). Goymslumerkini skráseta klokkutíð, temperatur, dýpi og hvussu fiskurin hellir (um høvdið vendir upp ella niður). Tað gevur okkum vitan um, hvussu ferðingin er upp og niður í sjónum. Goymslumerkið má ikki frystast.


Heitt verður á allar fiskimenn og fiskakeyparar um at senda merkini inn til Fiskirannsóknarstovuna, Nóatún, Postboks 3051, FR-110 Tórshavn. Alneyðugt er at geva upplýsingar um:

Positión

Fiskidag

Longd á fiski (rundað niður til fyrsta heila cm)

Vekt (viðmerkið um tað er kruvd ella ókruvd vekt)

Nytrur (vit eru takksamir, um tær eisini verða sendar við).


Konvoluttar, sum hesir upplýsingar kunnu skrivast á, verða um stutta tíð sendir til skip og landingarstøð. Finnarin skal skriva upplýsingarnar á konvoluttin, koyra merkið og møguligar nytrur í konvoluttin og koyra konvoluttin í ein postkassa ella lata hann inn, har landað verður. Móttakarin rindar postgjaldið. Um tað ikki liggur fyri at gera hetta, ber til at ringja til Fiskirannsóknarstovuna og boða frá, soleiðis at vit kunnu koma eftir merkinum.

Finningarløn verður latin sum víst í Talvu 1. Fiskirannsóknarstovan skipar fyri einum lutakasti millum teirra, sum hava sent merkir inn. Vinningurin er 10.000 skattafríar krónur. Fyri hvørt vanligt merki, sum verður latið inn, fáast 40 kr og 1 nummar í lutakastinum. Vit eru fegin um at fáa heilar fiskar við merkinum sitandi á, og geva tá 40 kr og 3 nummur í lutakastinum. Eingin skal tó halda seg aftur í at lata merkir inn, um tað ikki liggur fyri at lata heilar fiskar inn. Fyri eitt goymslumerki fáast 100 kr og 1 nummar í lutakastinum. Vit vilja sera gjarna fáa heilar fiskar aftur, sum eru merktir við goymslumerki, og geva tá 300 kr og 3 nummur í lutakastinum. Fiskurin má tá ikki vera skorin í búkin á nakran hátt, tí kanningar skulu gerast av innvølunum. Sum nevnt áður hava fiskar við goymslumerki ein ljósareyðan gummitráð hangandi úr búkinum. Fiskurin má ikki vera frystur, tí goymslumerkið kann fáa skaða av tí.


Talva 1.

Finningarløn fyri vanlig merkir og goymslumerkir.


Slag av merkiEinans merkiðMerkið og fiskurin

latið innlatin inn

Vanligt merki40 kr +40 kr +

1 lutaseðil3 lutaseðlar

Goymslumerki100 kr +300 kr +

1 lutaseðil3 lutaseðlar