FÓTBÓLTUR
Eftir 18 dystir í ár hevur FC Keypmannahavn vunnið 13, leikt fýra javnar og tapt ein. Hetta er júst somu hagtøl, sum FC Keypmannahavn hevði eftir 18 dystir í farna kappingarárið. Tað, sum helst er meir merkisvert, er, at málúrtøkan er júst tann sama í ár sum í fjør. Teir hava skotið 35 mál, meðan mótstøðuliðini hava fingið 12 mál ímóti FCK. Hetta var eisini málúrtøkan hjá FCK um heystið í fjør.
Venjarin hjá FCK, Ståle Solbakken, heldur hetta tó ikki vera nakað tekin um, at FCK stendur í stað undir hansara leiðslu, tí at felagið hevur havt nógv fleiri og harðari dystir í ár orsaka at luttøku í Champions League.
“Hetta má vera púra tilvildarligt. Eg dugi í øllum førum ikki at síggja aðra forkláring uppá støðuna,” sigur Ståle Solebakken.
Síðsta kappingarár vann FCK danska meistaraheitið við 73 stigum eftir 33 umfør, so spennandi verður at síggja, hvussu fer at ganga hjá teimum seinastu 13 umførini.










