Merkið vorðið til Dannebrog

Føroyska talv-landsliðið luttekur fyri 19. ferð á Talv-OL. Hesa ferð eru tað týskarar, sum skapa karmarnar í býnum Dresden. Og teimum líkt, er bara gott skil á tí heila. Tó er ein eym nevniverd atfinning. Føroyska Merkið veitrar frítt og fagurt millum øll hini heimsins fløgg í Dresden, men á internetinum har telvingin kann fylgjast live, er Merkið vorðið til Dannebrog. Tað hevði verið stuttligt at funnið útav, hvat indarar ella pakistanar ? sum vit møta ímorgin ? høvdu sagt til at verðið umboðað við skeivum flaggi. Tað er ikki vist, at teir høvdu tikið tað so væl upp. Boðini eru tó farin víðari til hægsta stað, so nú er bert at bíða. Tað er tó margháttligt at mangan hátt, at hetta skuldi henda til Talv-OL, tí Talvsamband Føroya hevur altíð verið góðkent sum sjálvstøðugur limur í FIDE ? heimssambandinum fyri talv, skrivar Talvsamband Føroya.