Sum tað sæst á myndini, so ætlar hetta føroyska ferðalagið ikki at smæðast burtur, nú Champions League-finalan verður spæld í kvøld.
Við stórum Merki, har búmerkini hjá teimum báðum finalistunum eru prentað, ætla Ivan Eginsson, Heri Simonsen, Atli Leo og aðrir at seta sín dám á góða hýrin kring vøllin. Teir komu í øllum góðum til Moskva í gjár, og nú gera teir seg út til at fara til finaluna í kvøld.
Í tíðindasendingini á Rás2 klokkan 17 verður prátað við føroyska ferðalagið.