Merkið veittrar á afrikanska pólinum

Tað er vorði alsamt meira vanligt at síggja myndir av Merkinum á nøkrum heimsins hægstu tindum sum Mount Everest og Kilimanjaro, eftir at tað veruliga hevur vundið upp á seg hjá føroyingum at søkja nýggjar, og fyri føroyingar ókendar, leiðir.


Ein slík hending var leygardagin 8. oktober 2016, tá Merkið helst fyri fyrstu ferð veittraði á afrikanska pólinum.


Tað var føroyingurin Rani Herup, flogskipari, ið helst var fyrsti føroyingurin á afrikanska pólinum.


- Leygardagin 8. okt 2016 var eg á afrikanska pólinum og setti Merkið á stong har. Eg eri, so vítt eg veit, fyrsti føroyingur ið hevur verið har. Eg var har saman við tveimum servandum amerikonskum hermonnum.


Afrikanski pólurin, ið á enskum hevur heitið The African Pole of Inaccessibility, er tað staðið í Afrika, ið verður mett at vera torførast at koma til vegna sína fjarskotnu staðseting.


Afrikanski pólurin liggur í tættum skógi, 1.814 km frá nærmasta sjógvi á positión N05°39’ E026°10’, tætt við landamarkið millum Miðafrikanska Lýðveldið, Suðursudan og Kongo.