Merkið á ting

Tað mundi falla øðrum enn mær fyri bróstið, at síggja niðrandi viðmerking løgtingsformansins til uppskot Sjálvstýrisfloksins um at fáa Merkið inn í løgtingssalin.

 

Edvard Hermansen

formaður Landsfelags Sjálvstýrisfloksins



Tað mundi falla øðrum enn mær fyri bróstið, at síggja niðrandi viðmerking løgtingsformansins til uppskot Sjálvstýrisfloksins um at fáa Merkið inn í løgtingssalin. Hesin er maðurin, sum av flokki sínum og er litið hægsta starv í landinum í hendi. Flokkurin, ið ber tjóðveldi og frælsi í skildri, virðir ikki stríð og strev fedranna fyri Merkinum so frægt, at hann unnir tí heiðurssess á tingi.

Hvør siðvenja føroyinga er, tá um Merkið ræður, er kanska ilt at siga. Tað er misjavnt úr bygd í bygd og frá manni til mans. Men virðingin fyri tí er, hóast alt, stór. Tí átti tí eisini at verðið sýndur allan heiður av landsins tingi og stýri. Merkið átti at veitrað á Tinghúsvøllinum allar dagar, sum Tingið er saman. Tað átti so sanniliga eisini at veittra úti á Tinganesi, at heldur ikki teir megu missa stavnhaldið úr eygsjón.

Tað var fyri Merkinum, at menn brutu nasar og vórðu sektaðir. Tað var undir Merkinum, at menn sigldu vandasjógv og settu lív og heilsu í váða. Og fyri mangan góðan landsmann, var Merkið seinasta heilsan, ið hann sá, áður enn fíggindin gav skútuni banasár og sendi manningina út í óvissu og deyða.

Løgtingsformaðurin átti at tikið flaggsøguna til sín, tí ivaleyst hevur hann lisið bók N. J. Arge, sála; hon talar sanniliga til allar føroyingar og átti eisini at talað til tjóðveldismenn. Tað var tann tíð, at menn lótu flaggstongina á Tinghúsvøllinum standa nakna heldur enn at flagga við Danabrók. Tað er at skilja, men at menn í dag hveppa seg við at taka okkara egna flagg til sín, tað er ikki til at skilja.

Merkið er ein týðandi partur í frælsisstríði okkara. Ein heimsbardagi kom tí til hjálpar, stytti um eitt eljustríð og gav okkum Merkið til eyðkennis um egnan samleika.

Í dag kvøða allir føroyingar Merkinum hilniskvæði, allir uttan ein, ella ?..?