Merkið til æru á Løgtingi

Í dag hongur føroyska flaggið fyri fyrstu ferð í tingsalinum, eftir at løgtingið í heyst við teprum meiriluta samtykti, at Merkið skal hava sítt pláss á tingi. Tað var Sjálvsstýrisflokkurin, sum 3. august í fjør legði uppskot til samtyktar fyri løgtingið um at fáa flaggið í tingsalin.

Nógv umrøða var av hesum máli, men við teprum meiriluta samtykti løgtingið, at Merkið skal hava sítt pláss í tingsalinum.

Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sigur, at hetta er eitt mál, sum hann gleðist eina mest um í síni tíð sum løgtingsmaður.

- Hini londini í útnorði, Ísland og Grønland, hava síni fløgg í tingsalinum, og í mínari verð er tað ófatiligt, at tað skal hava gingið so striltið at fáa okkara Merkið í tingsalin, sigur hann.

Kári P. Højgaard vísir á, at tjóðin savnast undir flagginum, og Merkið er ímyndin av tjóðini - í gleði eins væl og í sorg.

- Eg eri sera fegin um, at Merkið nú er komið í tingsalin, og hetta mál vísir, at tað kann geva úrslit at stríðast, sigur formaður Sjálvsstýrisfloksins.