Merkið til heiðurs og æru í tingsalinum

Løgtingið hevur samtykt eitt upskot til samtyktar, um at Merkið skal virðast og hava hóskandi pláss í tingsalinum.

Løgtingið samtykti í gjár eitt uppskot til samtyktar frá Sjálvstýrisflokkinum um Merkið á Løgtingi.
Løgtingið tók undir við at Merkið skal standa á einum sjónligum stað í Løgtinginum. Við hesi samtykt hava øll Útnorður-londini flaggið í tingsalinum. Flestu lond hava eisini fløgg síni í tjóðarhallunum.
Sjálvstýrisflokkurin vildi við uppskotinum vísa Merkinum og tjóðini, ið tað umboðar, størri virðing
og meiri ásýniligt pláss í tingstarvinum.
Í viðmerkingunum til uppskotið vísti Sjálvstýrisflokkurin á, at Grannatjóðir okkara í Útnorði, Ísland og Grønland, hava tjóðarfløggini hangandi fremst í tingsalinum.
Eisini varð víst á, at Føroyar sanniliga hava havt sítt stríð til tess at vinna Merkinum viðurkenning, og at líka so vist er, at tjóðin í dag stendur sameind um at virða og vísa samleika sín við Merkinum.
Undir Merkinum savnast tjóðin, og flaggið er ímyndin um, at hóast hugsjónarliga ósamd ber tað til
at standa saman og lyfta í felag umframt at finna loysnir, tá á stendur.
Tað var upprunauppskotið frá Sjálvstýrisflokkinum, sum bleiv samtykt, meðan broytingaruppskotið frá meirilutanum í Mentanarnevndini fall.