Merkið skal á ting

Sjálvstýrisflokkurin hevur sent formansskapi løgtingsins skriv, har hann biður um at fáa føroyska flaggið at hanga í tingsalinum

 

Føroyska flaggið, Merkið, skal hanga ella standa í tingsalinum.

Hetta ynski hevur Sjálvstýrisflokkurin sett fram fyri formansskapi løgtingsins í skrivi dagfest fríggjadagin 16. mars.

Sjálvstýrisflokkurin vísir á, at nærum øll ting í heiminum hava flagg sítt standandi í tingsalinum, fyri at minna tingfólk og fólk annars á, at í teirra landi er flaggið høgt í metum.

? Í tingsalinum í Løgtinginum er Merkið ikki at hóma. Vit meina, at merkið eigur at hanga ella standa í tingsali okkara fyri at vísa okkum og øðrum, at vit eisini eru at meta sum eitt fólk og ein tjóð, sigur Sjálvstýrisflokkurin í skrivinum til formansskapin.

Sjálvstýrisflokkurin heldur, at tíðin er komin, at Merkið fær eitt heiðurspláss á Føroya Løgtingi, og heitir tí á formansskapin um at taka upp málið og viðgera tað við vælvild.