Merkið á palli við Björk

Eftir eina framúrskarandi konsert endaði íslendska trøllagentan við Merkinum á palli, meðan hon sang Declare Independence. Sjálvt um regni oysti niður og áhoyrararnir stóðu við vatni upp undir knø, megnaði Björk at bergtaka. Okkara maður á staðnum, Niels Uni Dam, er ikki í iva:

 

- Tað er ikki langt frá, at konsertin var tann besta eg havi hoyrt á Roskilde øll tey átta árini, eg havi verið her.

 

Við sínum álvadansi og altíð sermerktu framførslu megnaði 41-ára gamla Björk at fáa 40.000-50.000 áhoyrarar at velja tónleikin, hóast dagurin í gjár var ringasti regndagur í søgu festivalsins.

 

Björk endaði framførsluna við lagnum Declare Independence, ið er ein loysingarsangur, tilognaður Føroyum og Grønlandi. Um nakar ivaðist um hetta áður, so var tað sligið fast við tveimum risastórum fløggum, ið komu inn, tá ið sangurin byrjaði. Merkið og Erfalasorput, ið er heiti á grønlendska flagginum, veittraðu hátt, meðan Björk rópti: » Declare Independence, Don?t let them do this to you. Raise the flag higher and higher«.

 

- Meðan Björk spældi, var ordiligt lív í fjøldini, og man gloymdi eina løtu tað vánaliga veðrið, endar Niels Uni.