Atlantsflog fer at broyta navnið á nógv umrødda kortinum, Merkið, sum verður latið til kundar hjá felagnum, sum ferðast serliga nógv. Hetta segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, við Johnsigurd Johannesen í Degi og Viku í gjár.
- Vit hava fingið sera nógvar viðmerkingar, og vit hava tikið tað til eftirtektar. Ætlanin var avgjørt ikki at stoyta nakran við hesum, segði hon.
- Vit finna eitt annað navn, so Merkið fær frið. Vit koma út við einum nýggjum navni, men skipanina broyta vit ikki, staðfesti hon í Degi og Viku.
Við at vísa kortið á ferðini fáa ferðafólk eyka ágóðar, so sum ókeypis mat og drekka umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways, atgongd til CPH Express í Kastrup, ið ger at man kemur skjótt gjøgnum trygdareftirlitið á flogvøllinum, atgongd til CPH Apartment Lounge í Kastrup og altíð tvey stykkir av viðføri ókeypis við í flogfarið.
- Súlukortið er tað, ið øll ferðandi fáa. Síðan er tað gullkortið, ið er til tey, ið ferðast fyri yvir 20.000 stig um árið. At enda er tað Merkið, ið er fyri tey, ið ferðast fyri yvir 40.000 stig ella umboða eitt stórt felag, ið keypir nógv frá okkum, segði Jóhanna á Bergi við in.fo fríggjadagin.