Merkið fær pláss í Tingsalinum

Í gjár samtykti Løgtingið, at Merkið skal virðast og hava hóskandi pláss í Løgtingssalinum.

Tað var Sjálvstýrisflokkinum, sum setti fram eitt uppskot til samtyktar um Merkið á Løgtingi.

Løgtingið tók undir við, at Merkið skal standa á einum sjónligum stað í Løgtinginum. Við hesi samtykt hava øll Útnorðurlondini flaggið í tingsalinum. Flestu lond hava eisini fløgg síni í tjóðarhallunum.

Sjálvstýrisflokkurin vildi við uppskotinum vísa Merkinum og tjóðini, ið tað umboðar, størri virðing og meiri ásýniligt pláss í tingstarvinum.

Í viðmerkingunum til uppskotið vísti Sjálvstýrisflokkurin á, at Grannatjóðir okkara í Útnorðri, Ísland og Grønland, hava tjóðarfløggini hangandi fremst í tingsalinum.

Eisini varð víst á, at Føroyar sanniliga hava havt sítt stríð til tess at vinna Merkinum viðurkenning, og at líka so vist er, at tjóðin í dag stendur sameind um at virða og vísa samleika sín við Merkinum.

Undir Merkinum savnast tjóðin, og flaggið er ímyndin um, at hóast hugsjónarliga ósamd ber tað til at standa saman og lyfta í felag umframt at finna loysnir, tá á stendur.

Tað var upprunauppskotið frá Sjálvstýrisflokkinum, sum bleiv samtykt, meðan broytingaruppskotið frá meirilutanum í Mentanarnevndini fall.