Merkið 100 ár í Norðmansdalinum í Fredensborg

Í dag eru 100 ár síðani Merkið var borið fram fyri fyrstu ferð, tí er hátíðarhald í danska høvuðsdagnum í dag.

Í morgun fóru manningarnar av føroysku træseglskipunum, sum hava siglt úr Føroyum til Danmarkar at heiðra Merkinum á 100 ára degnum, og aðrir føroyingar í Keypmannahavn í skrúðgongu av Norðuratlantsbryggjuni við Merkinum á odda.

##med4##

Mouritz Mohr, skipasmiðjustjóri, gekk fremst við flagginum. Hann er abbasonur Kjartan Mohr, skipasmiðjustjóra, sum gekk á odda við merkinum fyri 100 árum síðani.

##med2##

Á vegnum var steðgað uttan fyri Regensen, studentagarðin, har flaggið fyrstu ferð varð hongt út gjøgnum eitt vindeyga.

##med3##

Eftir gudstænastu í Holmens Kirkju varð farið víðari við bussum til Norðmansdaglin í Fredensborg, har flaggi varð borið fram á hesum degin í 1919.

Heri Simonsen tók myndirnar í góðveðrinum í Keypmannahavn.