Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, vil nú hava at vita frá amerikonsku bilaverksmiðjuni General Motors, hvør sleppur at keypa tað týska bilmerkið Opel sum GM hevur lýst til sølu.
Kanslarin segði í gjár, at hon harmast um, at tað skal taka so drúgva tíð at taka eina avgerð, men hon vónaði at fáa endalig boð frá GM í hesi vikuni.
General Motors hevur fingið eitt tilboð upp á Opel frá fyritøkuni Magna, sum eysturríkarar og kanadiumenn eiga, og Angela Merkel vil hava amerikanararnar at taka av hesum tilboðnum, skrivar DPA.
Umleið 25.000 fólk arbeiða hjá Opel í Týsklandi.