Merkel vil hava bankaskatt

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, mælti í dag ES-londunum til at seta í gildi ein serligan bankaskatt umframt ymsar aðrar reglur fyri virksemið hjá fíggjarkervinum. Endamálið er at tálma avleiðingum av fíggjarkreppuni.

-Tað er neyðugt, at øll londini vísa ábyrgd, og eg haldi ikki, at tað er nakar skaði fyri fíggjarmarknaðin, um vit semjast um eina altjóða skattaskipan, segði kanslarin á einari ráðstevnu í Berlin í dag.

Ráðstevnan snýr seg um ymisk fíggjarviðurskifti og er undanfundur til næsta toppfundin hjá G20-londunum, sum verður í Kanada í næsta mánað.

-Á toppfundinum í Kanada fara vit at leggja dent á at fáa ein serligan skatt fyri tann fíggjarliga marknaðin. Eg vænti ikki, at vit kunnu semjast um tað longu tann fyrsta dagin, tí fleiri fara at mótmæla, segði Angela Merkel.