Merkel við umbering

Týski kanslarin, Angela Merkel, bað í gjár afghanska fólkið um umbering fyri tilburðin, tá NATO-flogfør bumbaðu tveir tangabilar har norðuri í Afghanistan við tí úrsliti, at tíggjutals sivilfólk lógu eftirá.

Orsøkin til umberingina frá kanslaranum var, at tað vóru týskir NATO-hermenn, sum bóðu flogførini um hjálp, tí Taliban hevði tikið teir báðar tangabilarnar.

Angela Merkel legði kortini áherslu á, at teir týsku hermenninir í Afghanistan gera eitt gott og neyðugt arbeiði har.

-Men eg harmist um hvørt einasta mannalív, sum ferst, segði hon.