Trygdartiltøkini verða sera strong, tá týski kanslarin, Angela Merkel, kemur til Athen í morgin.
Nógvir grikkar eru sera misnøgdir við, at Merkel er boðin til Athen, tí eftir teirra tykki er tað serliga henni fyri at takka, at Grikkaland hevur fingið so harðar treytir fyri at fáa lán frá ES og Alktjóða Gjaldoyragrunninum.
Grikska stjórnin er harafturímóti fegin um, at týski kanslarin kemur á vitjan, tí stjórnin tulkar vitjanina sum eitt tekin um, at politikkurin hjá stjórnini er tann rætti.
Myndugleikarnir hava givið umleið 6.500 løgreglumonnum og 300 monnum hjá sjóverjuni boð um at tryggja frið í gøtunum í Athen. Sjálvur miðbýurin verður avbyrgdur, meðan Merkel er í býnum, og øll mótmælistiltøk eru bannað í morgin, skrivar AFP.