Týski kanslarin, Angela Merkel, sigur seg taka undir við Barack Obama um, at komandi markið millum Ísrael og Palestina skal hava støði í 1967-markinum. -Eg taki undir við orðum forsetans um, at landamarkið og trygdin er tað týdningarmesta, og í mínum eygum er tað ein góð leið at brúka landamarkið frá 1967 sum grundarlag, segði Angela Merkel við tíðindafólk í Berlin í morgun.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur harafturímóti vrakað uppskotið hjá Obama um at brúka markið undan krígnum í 1967 sum støði, tá mark skal setast ímillum Ísrael og tað komandi palestinska ríkið.
Obama kom við uppskotinum í einari røðu í gjárkvøldið.