Merkel: Samkynd hjún skulu sleppa at ættleiða

– Fyri meg er hjúnarband grundleggjandi millum mann og kvinnu.

 

Tað segði týski kanslarin, Angela Merkel í morgun, tá atkvøtt varð í samveldistinginum í Týsklandi um at loyva fólki av sama kyni at giftast. Hon segði, at tað stóð limum í flokki hennara, CDU, frítt at atkvøða eftir egnari sannføring – og málið varð samtykt við 393 atkvøðum ímóti 226.

 

Viðtøkan í samveldistinginum hevur eisini við sær, at samkynd pør kunnu ættleiða børn. Og tað heldur týski kanslarin, Angela Merkel, nú vera í fínasta lagi – sjálvt um hon eisini hevur verið ímóti tí.

 

– Eg havi hugsað nógv um spurningin um trivnaðin hjá børnum, og eg eri komin til ta sannføring, at pør av sama kyni skulu sleppa at ættleiða børn, sigur hon.

 

Í Týsklandi hevur lóg um skrásett parlag verið galdandi síðani 2001.

 

Nýggja lógin er enn ein sigur fyri rættindi hjá samkyndum í Týsklandi. Fyri stuttum góðkendi samveldistingið eisini eina ætlan um at annulera dómar ímóti næstan 70.000 samkyndum monnum, sum í fleiri áratíggju eftir seinna heimsbardaga vórðu dømdir fyri at hava havt sex við øðrum monnum.

 

Tað hoyrdust fagnaðarróp í tjóðartinginum, og tveitt varð við konfetti, tá tað var greitt, at meiriluti var fyri homo-hjúnarløgum.

 

Týska yvirhúsið hevur fyrr góðkent eina liberalisering. Lógin um homo-hjúnarløg kann tí væntast at koma í gildi við ársenda.

 

/ritzau/AFP