Merkel riggar av

Politiski endin er nær hjá sterku kvinnuni í evropeiskum politikki

Aftaná at hava verið ein av máttmiklastu stjórnarleiðarum í heiminum í trettan ár, ger Angela Merkel, týsku kanslari, nú klárt at rigga av. Á tíðindafundi í dag boðaði hon frá, at hon í desember leggur frá sær sum floksforkvinna í týsku Kristindemokratunum, CDU, og at hetta er hennara síðsta skeið sum týskur kanslari.


- Fjórða skeiði sum týskur kanslari er mítt síðsta. Eg bjóði meg ikki framaftur sum kanslari til valið í 2021, og eg bjóði meg heldur ikki fram sum tinglim til Samveldistingið ella nakað annað politiskt embæti, segði kanslarin á tíðindafundi í dag.


Tað var í morgun, at leysasøgurnar byrjaðu at ganga, at hon fór at trekkja seg sum floksforkvinna í CDU, tá leiðari skal veljast í desember, men tíðindini um, at hetta verður hennara síðsta skeið sum kanslari komu kortini óvart á.


Angela Merkel hevur verið leiðari fyri CDU síðan 2000 og hevur verið týskur kanslari síðan 2005. Hesa tíðina er Angela Merkel vorðin kend sum sterka kvinnan í týskum og evropeiskum politikki og er eingin evropeiskari politikkari síðstu tíggju árini, ið hevur havt eins stórt vald sum hon.


Undirtøkan hjá Angelu Merkel hevur tó verið støðugt minkandi síðan flóttafólkastreymurin skolaði yvir Evropa fyri trimum árum síðan. Funnist hevur verið at kanslaranum fyri at hava tikið móti ov nógvum flóttafólkum og hevur flokkurin seinastu tíðina tapt fleiri týdningarmikil lokalval, ið hava viknað um støðuna hjá stjórnini.


Hetta saman við vánaligum veljarakanningum er eisini orsøkin til, at Angela Merkel nú hevur valt at gevast, segði hon á tíðindafundinum í dag.