Flogfarið, sum skuldu flúgva týska ríkiskanslaran, Angelu Merkel, til ES toppfund í Brússel, noyddist í dag at neyðlenda í Hannover orskað av motortrupulleikum Tað skrivar tíðindastovan Ritzau.
Tá leiðararnir í ES stillaðu upp til bólkamynd um middagsleitið frammanundan einum ES toppfundi í Brússel, var tað uttan ríkiskanslara Týsklands, Angelu Merkel.
Orsakað av eini neyðlending stóð týski ríkiskanslarin í floghavnini í Hannover. Diplomatar siga við týsku tíðindastovuna DPA, at flogfarið hjá Merkel varð noytt at neyðlenda í Hannover orsakað av motortrupulleikum. Tað væntast tó at Merkel verður í Brússel um tvey tíðina.
Á bráðinnkallaða toppfundinum kjakast ES leiðararnir um búskaparligu kreppuna, sum hevur sett eina røð av eystur- og miðevropeiskum ES londum í vanda fyri búskaparligum kollapsi.










