Endin á politisku lívsleiðini hjá Angelu Merkel, týska kanslaranum, tykist at vera eitt stig nærri, nú leysasøgur vilja vera við, at hon ikki stillar upp aftur til sessin sum floksleiðari fyri týsku Kristindemokratarnar, CDU.
Fleiri altjóða miðlar, harímillum BBC og NRK, endurgeva í dag týsku tíðindastovuna DPA, ið hevur fingið at vita frá keldum í CDU, at týski kanslarin hevur avgjørt ikki at stilla upp aftur sum floksleiðara á aðalfundinum í desember. Hon hevur tó ongar ætlanir um at leggja frá sær sum týskur kanslari.
Angela Merkel hevur verið leiðari fyri CDU síðan 2010 og hevur verið týskur kanslari síðan 2005. Hesa tíðina er Angela Merkel vorðin kend sum sterka kvinnan í týskum og evropeiskum politikki og er eingin evropeiskari politikkari síðstu tíggju árini, ið hevur havt eins stórt vald sum hon.
Undirtøkan hjá Angelu Merkel hevur tó verið støðugt minkandi síðan flóttafólkastreymurin skolaði yvir Evropa fyri trimum árum síðan. Funnist hevur verið at kanslaranum fyri at hava tikið móti ov nógvum flóttafólkum og hevur flokkurin seinastu tíðina tapt fleiri týdningarmikil lokalval, ið hava viknað um støðuna hjá stjórnini.