Merkel: IS er ikki eitt úrslit av flóttafólkakreppuni

Angela Merkel, kanslari í Týsklandi, sigur, at yvirgangur í Týskland er ikki íkomið sum eitt úrslit av flóttafólkakreppuni.

 

Í samband við ein veljarafund hjá flokki hennara, Kristnu Demokratunum, segði hon, at tað islam, ið moderatir muslimar parktisera eigur pláss í Týsklandi. Tað islam, ið kundi virða týsku grundlógina skuldi verða praktisera Týskalandi, segði Angela Merkel sambært Reuters.

 

IS hevur tikið ábyrgd av álopum í Týskland og Merkel segði, at IS var ikki blivið til av flóttafólkakreppuni, men støðan var tann øvugta. Flóttafólkini rýma undan IS.

 

Júst flóttafólkakreppan er tó størsti politiski trupulleikin hjá Angelu Merkel í løtuni. Týska fólkið setur stór spurnartekin við flóttafólkapolitikkin hjá týsku stjórnini, ið tey meta at verða alt ov opnan. 52 prosent av týsku veljarunum vilja hava ein herdan politikk á økinum, sambært eini nýggjari veljarakanning.

 

Alternative für Deutchland, ið er sera kritiskur móti flóttafólkum, hevur fingið undanvind í Týsklandi og vinnur atkvøður frá teim stóru flokkunum.