Merkel hartar Netanyahu

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, fanst í dag at avgerðini hjá ísraelsku myndugleikunum at byggja fleiri íbúðir í Eysturjerusalem. Kanslarin segði, at avgerðin reisir spurningin, um ísraelska stjórnin yvirhøvur er til reiðar at semjast um frið við palestinar. Angela Merkel segði, at hetta er ein spurningur, sum ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, eigur at fáa, og sum hann eigur at svara.

Týski kanslarin bað ísraelsmenn og palestinar arbeiða saman fyri at finna eina semju, og hon bað partarnar útseta møgulig tiltøk, sum kunnu forða fyri friði.

ST og USA hava boðað ísraelsku stjórnini frá, at tey eru sera misnøgd við avgerðina at byggja fleiri íbúðir í Eysturjerusalem.