Merkel fer at fríggja til Blair og Bush

Komandi týski kanslarin fer væntandi at fríggja til Blair og Bush, meðan Chirac fær krakk

Teir hava verið sum lív og ein sál, Gerhard Schröder og Jacques Chirac, men franski forsetin skal ikki vænta sær tað sama vinarlagið, nú Angela Merkel tekur við kanslaraembætinum í Berlin.
- Merkel fer uttan iva at avmarka sambandið við París. Men tað er gott fyri Evropa, tí tað góða sambandið ímillum Frakland og Týskland hevur í veruleikanum verið ein stórur evropeiskur trupulleiki, sigur Katinka Barysch, búskaparfrøðingur hjá Centre for European Re-form, við Politiken.
Hon og aðrir serfrøðingar vænta, at Angela Merkel fer at velja Bretland og Tony Blair fram um Frakland og Chirac, og tey vænta eisini, at hon fer at royna at bøta um viður-skiftini við George W. Bush, forseta. Schröder og Bush drógu minni enn so altíð eina línu.
Harafturímóti vænta serfrøðingarnir ikki, at Angela Merkel verður ein nýggjur ES-leiðari. Teir vísa á, at við Schröderi sum kanslara hevur Týskland havt ein heldur vinglutan ES-politikk, og at hetta helst fer at halda fram, nú Týskland fær eina stórsamgongu við teimum kristiligu demokratunum og sosialdemokratunum.
- Talan er jú um eina neyðsemjustjórn, sigur Marlene Wind, lektari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, við Politiken.