Hevði ríkisdagsval verið í Týsklandi nú, høvdu teir kristiligu demokratarnir hjá Angelu Merkel, kanslara, fingið eitt gott val.
Eftir einari nýggjari kanning hevði samgongan millum CDU og CSU fingið 42 prosent av atkvøðunum, hevði val verið í dag. Tann stóri andstøðuflokkurinm, sosialdemokratarnir, hevði fingið 25 prosent.
Angela Merkel kann frøast um, at undirtøkan hjá teimum kristiligu demokratunum hevur ikki verið so stór, síðani hon tók við sum kanslari í 2005. Tað ávirkar neyvan hýrin á kanslaranum tann skeiva vegin, at undirtøkan hjá sosialdemokratunum er tann minsta síðani í apríl í fjør.
Ríkisdagsvalið í Týsklandi verður um níggju mánaðir.