Mercedes E 220 CD ? luksus hýruvognur

Mercedes-Benz E eru teir kendu hýruvognarnir við góðum plássi til bilføraran og tey ferðandi í bilinum. Talan er um bilar, ið vanliga koyra nógvar hundrað túsund kilometrar, áðrenn teir verða skiftir út

Tað er ikki á hvørjum degi, at nýggir Mercedes-Benz hýruvognar verða skrásettir. Hesin E 220 CDI er ein av nýggjasta modellinum, sum kom á marknaðin í vár. Bilurin verður ein av hýruvognunum á bilstøðini Auto. Designið er smart við elegantum linjum. Har er alt sum tað skal vera í einum bili í hesum klassanum. Serliga við atliti til allar tær innbygdu trygdarskipan-ir-nar sum eru í bilinum.
Bilurin er sera framkomin við t.d. elektroniskt stýrdum bremsum SBC (Sensotronic Brake Control), sum deilir bremsukraftina "individuelt" á øll hjólini og harvið tryggjar eina trygga uppbremsing undir øllum koyriumstøð-um. Fjaðraskipanin og stoytdoyvararnir tilpassa seg eftir, hvussu vegurin er, hvussu bilførarin koyrir við bilinum, og hvar í bilinum mesta vektin er.
"Intelligent" trygdarbeltir
Samstarvið millum trygdarbeltini og airbag-bjølgarnar verður stýrt elektroniskt, soleiðis at trygdarbelt-ini strammast, meðan samanstoyturin er og síðan geva tey eftir, samstundis sum airbag-bjølgurin er uppblástur. Hetta er gjørt fyri at minka um trýstið á bring-una. Listin yvir standardútgerðina er næstan óendaligur. Hann hevur t.d. airbag við (aktiveringslogik) í fleiri stigum, airbag í síðunum, framman og airbag við rútarnar, el-hita í forsetrunum og í sprinklaradysunum. Klimaanlegg við støvfiltri, stillingin av hitanum til bilføraran og síðumannin er hvør sær, multifunkións-ratt, ljós er undir instrumentborðinum og undir forsetrunum, nakkastútturnar aftan verða lagdar niður við at trýsta ein knøtt á instrumentborðinum. Hesin E 220 CDI er ein Avantgarde, sum hevur nakað av eykaútgerð afturat standardútgerðini, so sum t.d. leðursetur og Bi-Xenon forlyktir. Prísirnir á Mercedes-Benz E byrja við 450.000 krónum.

?????????

Mercedes-Benz E 220 CDI

Motorurin2.2 litur 4 syl. diesel við 150 hk

0-100 km/t10,3 sek

Oljunýtsla16,4 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd205/60-16

Viðførisrúm540 litrar

Eginvekt1.610 kg

Totalvekt2.120 kg

SøluumboðIvan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666