Tað er nú nakað síðan at nýggi Mercedes-Benz Vito kom á marknaðin. Bilurin er ikki ein uppdatering av forgangaranum, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1995, men ein heilt nýggjur bilur.
Nýggi Vito var ikki meira enn komin á marknaðin, so bleiv hann kosin ársins vørubilur í Evropa, "Van of the Year 2005". Grundgevingarnar vóru t.d at bilurin lýkur øll krøv til ein vørubil, samstundis sum hann er sum ein persónbilur at koyra. Eisini designið fekk góðan karakter. Tað nýggja er, at bilurin nú eisini er heilgalvaniseraður.
Vito verður gjørdur við tveimum ymiskum aksilfrástøðum, trimum ymiskum longdum og tveimum ymiskum hæddum. So góðir møguleikar eru fyri at velja rætta bilin til tann ávísa tørvin.
At bilurin verður drivin av bakhjólunum kann í nógvum førum vera ein fyrimunur, tí ein væl lessaður vørubilur, sum verður drivin av bakhjólunum, klárar seg væl í kava og hálku við teimum hjálpar- og trygdarskipanum, ið nútímans bilar hava. Vito hevur ABS bremsuskipan við anti-spinn og ASR regulering, elektroniska bremsukraftdeilaran EBV og bremsuassistentin BAS. Eisini hevur hann elektronisku stabiliseringsskipanina ESP.
Við øllum hesum framkomnu skipanum kann bilførarin hava fult tamarhald á bilinum undir øllum koyriumstøðum. Instrumentborðið er smart og ergonomiskt, girstongin situr væl fyri í instrumentborðinum.
Vito hevur skivubremsur við øll fýra hjólini, 3-punkts trygdarbeltir, og airbag til bilføraran og tey ferðandi framman.
Vito fæst við trimum ymiskum 2,2 litur CDI dieselmotorum við ávikavist 88, 109 ella 150 hk. Hann fæst eisini við tveimum ymiskum V6 bensinmotorum. Standardgirkassin er ein manuellur 6-trins, meðan hann eisini fæst við 5-trins automatiskum girkassa.
Bilurin er soleiðis innrættaður, at hann sum einki kann taka ein europlatt inn gjøgnum síðuhurðina. Mercedes-Benz Vito kostar úr kr. 250.000,- v. mvg.
Mercedes-Benz Vito 115 CDI
Motorurin 2,2 litur 4 syl. CDI 150 hk
0-100 km/t16,2 sek
Oljunýtsla11,6 km/l
Stødd
Longd 475,0 cm
Breidd191,0 cm
Hædd188,0 cm
Vørurúm 5,68 rúmmetrar
Prísurkr. 288.000,- v.mvg
Søluumboð Ivan Johansen bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo