Mercedes-Benz koma á marknaðin við nýggjum A-klassa, sum nú er ein størri bilur enn forgangarin og fæst nú við bæði 3 og 5 hurðum. Bilurin er 23 cm longri og 4,5 cm breiðari við 14,5 longri aksilfrástøðu.
Eins og forgangarin hevur hesin dupultan botn, soleiðis at við ein frontalan samanstoyt, verður motorurin trýstur inn undir bilin. Hetta gevur eina trygd sum í størri bilum. Ein annar fyrimunur er at nógv av tí sum annars tekur pláss í kabinuni verður goymt undir dúrkinum.
Við heilt nýggjum hjólupphangum og elektromekaniskari servostýring er talan um ein bil við sera góðum koyrieginleikum.
Úgávurnar við bensinmotorum eru hesar: A 150 við 1,5 litur og 95 hk, A 170 við 1,7 litur og 116 hk, A 200 við 2,0 litur og 136 hk. Í 2005 kemur ein A 200 turbo við 193 hk. CDI dieselútgávurnar eru hesar: A 160, A 180 og A 200, sum allir hava 2,0 litur motor við ávikavist 82, 109, og 140 hk.
Bilurin kemur á marknaðin í september, og donsku prísirnir byrja við 323.000.
Mercedes-Benz A 150
Motorurin1,5 ltur bensin 95 hk
0-100 km/t1,2 sek
Bensinnýtsla16,1 km/l
Dekkstødd185/65-15
Stødd og vekt
Longd384,0 cm
Breidd176,0 cm
Hædd159,0 cm
Eginvekt1.195 kg
Viðførisrúm430 litrar