Menu.fo er nýggja ókeypis heimasíðan, har øll matstøð í miðstaðarøkinum, og
skjótt øllum Føroyum eru at finna. -Endamálið við Menu.fo, er at stytta um
leiðina frá almenninginum til matstøðini, samstundis, sum tað blívur lættari
hjá matstøðunum at røkka út til málbólk teirra, nemliga tann svanga Føroyngin, siga fyrireikararnir
Menu.fo er, sum navnið gevur eina ábending av, ein alnóts matskrá yvir øll
matstøð.
-Vit arbeiða ímóti, at gera Menu.fo til staði, har fólk fara at hyggja eftir møguleikum, tá svongdin kemur á tey, siga fyrireikararnir.
Á Menu.fo finnast matskráir, tilboð, dagsins døguri og catering møguleikar
hjá teimum ymsu matstøðnum í miðstaðarøkinum. Í byrjanini eru ikki allir
møguleikar at finna inni á Menu.fo, men við tíðini fer útboði at vaksa,
soleiðis at fleiri matstøð bjóða sínar vørur og tænastur fram á Menu.fo, samstundis, sum farið verður út um miðstaðarøkið.
-Vit á Menu.fo meta, at hetta slag av heimasíðu í langa tíð hevur vanta, og
at heimasíðan fer at draga matstøðini og kundar teirra tættari at hvørjum
øðrum, sigur fyrireikararnir.










