Hevur tú vitjað Fornminnissavnið eftir at tað er flutt niðan í Hoyvík, ella útisavnið Heima á Garði? Ella hevur tú verið í Eystarastovu í Tinganesi, har landsstýrismenninir ofta eru avmyndaðir? Nei? Jú, men so er møguleikin til staðar nú at nýta eitt gott summarkvøld til at vitja hesi forvitnisligu støðini og onnur afturat.
Fríggjadagin 1. juni verður skipað fyri einum mentunarkvøldi í Havn. Her verður nógv at síggja og uppliva hetta kvøldið, tá bæði søvn, stovnar, handlar og matstøð hava leingi opið og samstundis kýta seg fyri at gera kvøldið so fjølbroytt og hugnaligt sum til ber.
Sum dømi kann nevnast: Tónleikur, sjónleikur og rundvísingar. Tiltøk í Listaskálanum, Fornminnissavninum, Býar- og Barnabókasavninum, Pætursastovu, Sjónleikarhúsinum og Meiarínum. Gongutúrar á Reyni og Tinganesi og vitjan í Skansapakkhúsinum. Handlarnir í miðbýnum hava opið til kl. 23 og í SMS til kl. 24. Tiltøk verða bæði niðri í býnum og í SMS. Matstøðini hava sjálvsagt eisini opið, so ongin noyðist at ganga svangur.
Ein skrá verður yvir øll tiltøkini, so til ber at leggja kvøldið væl til rættis alt eftir áhuga og forvitni.










