Tá altjóða kolvetnisfyritøkur av álvara byrjaðu at fáa áhuga fyri føroysku undirgrundini, og alt oftari byrjaðu at vísa andlit í Føroyum, birtist ein vón millum listarfólk og fyriskiparar av mentunarligum tiltøkum, at nú fór at gerast lættari at fáa peningaligan stuðul til mennandi arbeiðið.
Og síðan stórar altjóða kolvetnisfyritøkur sum Amerada Hess og BP og Statoil stovnaðu dótturfeløg í Føroyum, hava tey fingið umsóknir í stríðum streymum úr øllum heraðshornum, harímillum nógvar frá fólki innan útinnandi listina í Føroyum.
Men nú góð fimm ár eru liðin, síðan kolvetnisvinnan byrjaði at seta fótin her á landi, mugu hesi sanna, at har var nógv gass, men lítið olja, í vónini um stuðul frá kolvetnisfyritøkunum. Nógv hava roynt at søkt, men bert heilt fá hava fingið nakað burturúr. Kolvetnisfyritøkurnar hava nevniliga ikki víst stórvegis áhuga fyri at sminka sína vangamynd við at leggja pening í føroyska mentunarlívið og halda seg ikki hava lovað nakað.
Væntaðu betri umstøður
Kristian Blak er drívmegin í Plátufelagnum Tutl, sum stendur handan meginpartin av føroysku fløguútgávunum og hvørt ár skipar fyri tónleikastevnuni Summartónar. Hann var ein teirra, sum hevði góðar vónir um framtíðina, tá kolvetnisfyritøkurnar byrjaðu at koma til landið fyri nøkrum árum síðan.
- Eg hevði áður sæð, hvussu kolvetnisfyritøkan BP aktivt stuðlaði útinnandi listini í Hetlandi og í Orkney oyggjunum, og hvussu stóran týdning hesin stuðulin hevði fyri møguleikarnar har. Tá kolvetnisfyritøkurnar komu til Føroya, hugsaði eg, at nú fór tað at gerast nógv lættari fyri okkum at mennast, sigur Kristian Blak.
Í Orkey stuðlar kolvetnisfyritøkan millum annað tað mesta av einum stórum tónleikafestivali, sum hevur havt sera stóran týdning fyri tónleikalívið á oyggjunum, og í Hetlandi hevur tónleikalívið eisini fingið nógva fíggjarliga hjálp, sum sæst væl aftur, vísir Kristian á.
Ógvuliga avvísandi
Men fyrstu umsóknirnar um stuðul, sum Tutl sendi kolvetnisfyritøkunum í Føroyum, bóru einki við sær.
- Í 1997 søktu vit allar tær kolvetnisfyritøkurnar, sum høvdu biðið um leitiloyvi á føroyskum øki, men tær svaraðu allar aftur, at tær vildu ikki lata nakran stuðul, fyrr enn tær vóru vísar í at fáa leitiloyvi.
Eftir at leitiloyvini vórðu givin, royndi Kristian Blak aftur at søkja stuðul vegna Tutl og Summartónar, men tá var svarið aftur noktandi.
- Í Føroyum eru kolvetnisfyritøkurnar ógvuliga avvísandi. Vit hava søkt ofta, men vit hava einki játtandi svar fingið enn, og vit hava hvørki fingið nakran fyrispurning um okkara virksemi ella nakra ábending um, hvat kolvetnisfyritøkurnar hava hug at stuðla. Vit fáa bert eitt stutt og greitt noktandi svar, sigur Kristian Blak, sum eftirhondini hevur mist trúnna uppá, at kolvetnisvinnan fer at fáa nakran stórvegis týdning fyri útinnandi listina í Føroyum.
Eingin áhugi fyri Listastevnuni
Oddvá Nattestad er verkætlanarleiðari fyri størsta og dýrasta árliga listarliga tiltakinum í landinum, Listastevnu Føroya, sum varð fyriskipað á fyrsta sinni í fjør. Hon hevði væntað, at kolvetnisfyritøkurnar fóru at vísa áhuga fyri at stuðla tiltakinum, men sannar nú, at so var ikki.
- Vit hava upplivað, at onkur av føroysku fyritøkunum sjálv hevur sett seg í samband við okkum og biðið um at gerast sponsorur fyri Listastevnuna í ár, og vit vónaðu, at onkur av útlendsku kolvetnisfyritøkunum fór at gera tað sama, men so var ikki. Tað undrar meg eitt sindur, sigur Oddvá Nattestad.
Í fjør settu fyrireikararnir av Listastevnu Føroya seg beinleiðis í samband við eina av kolvetnisfyritøkunum, og í ár vóru fyrireikararnir á fundi við samtakið fyri fyritøkur innan føroysku kolvetnisvinnuna, FOIB, við tí fyri eyga at fáa stuðul til stevnuna. Í báðum førum var áhugin líti og eingin, sigur Oddvá Nattestad.
- Vit góðtaka sjálvsagt eitt nei, men eg skilji ikki, at kolvetnisfyritøkurnar ikki vilja brúka hendan møguleikan til at gerast sjónligar. Eg síggi nógvar fyrimunir fyri fyritøkurnar í at stuðla einum slíkum tiltakið. Men tað vísir seg, at føroyska vinnan sum heild hevur ilt við at skilja, hvat virði hon kann fáa burturúr samstarvi við listina. Vit høvdu tó vónað, at útlendsku kolvetnisfyritøkurnar vóru øðrvísi í so máta, men tað sær ikki soleiðis út, heldur Oddvá Nattestad.
Ikki lovað nakað
Kolvetnisfyritøkurnar, ið hava sæti í Føroyum, viðganga uttan at blunka, at tær ikki hava latið nevnivert av stuðli til føroyska list, síðan tær fóru undir virksemið sítt her á landi.
Hjarnar Djurhuus er stjóri fyri BP og Shell bólkin, sum hevur leitiloyvi á føroyska landgrunninum. Hann metir ikki, at kolvetnisfyritøkurnar hava givið nøkur lyftir um at stuðla føroyskari list og mentan í serligan mun.
- Vit fáa umsóknir um stuðul nærum dagliga, og tær verða allar viðgjørdar og svaraðar. Men vit lata vanliga ikki stuðul til onnur endamál enn førleikamenning, sigur Hjarnar Djurhuus.
Í treytunum, sum landsstýrið setti kolvetnisfyritøkunum fyri at fáa leitiloyvir, lá millum annað, at kolvetnisfyritøkurnar hvør sær skuldu binda seg til at lata eina ávísa milliónaupphædd til førleikamenning í føroyska samfelagnum komandi árini.
- Vit hava oyramerkt pening til at lata til førleikamenning. Annars lata vit ikki stuðul sum so. Men vit hava sjálvsagt eina ávísa upphædd, sum vit kunnu nýta til lýsingar og annað PR-virksemi, og onkuntíð hevur nakað av hesari upphædd verið nýtt til at stuðla onkrum mentanarligum tiltaki. Men vit hava ikki nakran fastan politikk um, hvat vit skulu stuðla og hvussu ofta, og listin er ikki í nakrari serstøðu í so máta, sigur Hjarnar Djurhuus, sum tó leggur dent á, at allar umsóknir verða viðgjørdar og summar teirra gingnar á møti. Millum annað lat BP og Shell bólkurin stuðul til eina konsertferð til Aberdeen hjá kórinum Cantabile fyri tveimum árum síðan.
- Men tað er ikki nógv, vit stuðla, og tað er heldur ikki okkara uppgáva sum so. Vit skulu sum kolvetnisfyritøka syrgja fyri at gera eitt dygdargott arbeiði, og tað umráðandi í hesum førinum er at finna olju. Harvið kann føroyska samfelagið fáa meira pening at ráða yvir, og so er tað ein politisk avgerð í hvønn mun hetta skal koma listini og mentunarlívinum og øllum øðrum til góðar. Vit fara sum kolvetnisfyritøka ikki at seta nakra ávísa upphædd av til at stuðla list og mentan, sigur Hjarnar Djurhuus.
Sær møguleikarnar
Rúni M. Hansen, stjóri fyri Statoil bólkin, sær stóru mongdina av umsóknum um stuðul til nógv ymisk endamál, sum fyritøkan fær so at siga dagliga. Hann bjóðar umsóknunum vælkomnum, men leggur dent á, at umsøkjararnir ikki eiga hava ov stórar vónir.
- Statoil hevur í altjóða høpi latið stuðul til nógv endamál aðrastaðni, eisini av listarligum slag, men her á deildini hjá Statoil í Føroyum hava vit fyri tað mesta stuðlað útbúgving og gransking. Tað stuðlaðu vit áðrenn vit fingu leitiloyvi, og tað halda vit sjálvsagt fram við, nú stuðul til førleikamenning er eitt loyviskrav. Men allar aðrar umsóknir verða eisini viðgjørdar seriøst, og allar umsóknir eru vælkomnar, sigur Rúni M. Hansen.
Hóast Statoil ikki higartil kann breggja sær av at hava spýtt serliga nógvar pengar í føroyska list og mentan, so er tað sambært stjóranum ikki tí, at fyritøkan ikki dugir at síggja virðið í slíkum stuðli.
- Tað er absolut ikki nakað býtt hugskot at stuðla listini. Eg haldi, at tað vísir ein góðan hugburð, um ein fyritøka stuðlar listarfólki og listarligum átøkum, og tí er heldur ikki óhugsandi, at vit fara at stuðla onkrum slíkum í framtíðini. Men hóast vit eru ein partur av einari peningasterkari fyritøku, so merkir tað ikki, at vit hava óavmarkaðar fíggjarkarmar, og tí eru mørk fyri, havt vit kunnu stuðla. Men eg dugi ikki at síggja, hví skuffilsi skal vera størri yvir eitt noktandi svar frá okkum enn frá øllum møguligum øðrum fyritøkum, sigur stjórin fyri Statoil bólkin.
Fingið skeiva fatan
Ben Arabo, stjóri fyri Amerada Hess í Føroyum, sigur, at felagið fær nógvar umsóknir um stuðul til øll hugsandi sløg av tiltøkum og øðrum, og av tí sama verða nógvar teirra ikki gingnar á møti.
Eins og hinar kolvetnisfyritøkurnar, sum hava fingið loyvi at leita eftir olju í føroysku undirgrundini, hevur Amerada Hess bundið seg til at lata rættiliga stórar upphæddir í stuðli til førleikamenning av ymsum slag, og Ben Arabo heldur, at av tí at kolvetnisfyritøkurnar soleiðis lata pening til útbúgvingarlig og vinnufremjandi tiltøk, kunnu fólk kanska hava fingið ta skeivu fatan, at kolvetnisfyritøkurnar nýta nógvan pening til stuðul sum heild.
- Men her er talan um tvey ógvuliga ymisk øki. Tað eina er stuðul til førleikamenning, sum vit hava bundið okkum til, og hitt er reklama. Tað er krav frá myndugleikunum at vit seta eina ávísa milliónaupphædd av til at stuðla førleikamenning og har hava vit greiðar reglur at ganga eftir. Umsóknir, sum fella uttan fyri hesar karmar, kunnu vit í summum førum stuðla sum reklamuátøk, men tað er ógvuliga avmarkað, hvussu nógv vit nýta til reklamu. Tað kundi tó væl hent seg, at vit fóru at stuðla onkrum innan føroyska list í framtíðini, og vit hava fyrr verið við til at stuðla onkrum á tí økinum, sigur Ben Arabo, ið leggur afturat, at eftir hansara tykki eru list og mentunartiltøk áhugaverd í PR-høpi.
Ikki serliga skyldu at stuðla
Stjórin fyri Amerada Hess í Føroyum metir ikki, at kolvetnisfyritøkur hava nakra serstaka skyldu fram um aðrar føroyskar fyritøkur at stuðla júst list og mentan.
- Tað er okkara hugburður, at ein og hvør fyritøka eigur at sýna sosiala ábyrgd, og tí eiga vit sjálvandi at stuðla í ávísan mun. Men samstundis er tað okkara skylda sum fremmand fyritøka at fella nátúrliga inn í føroyska vinnuumhvørvið og fylgja góðum skikki. Eg dugi til dømis at síggja fleiri vansar í einari støðu, har Amerada Hess førdi seg fram sum eitt dominerandi felag við sponsoratum til bæði eitt og annað. Eg trúgvi heldur ikki, at nakar ynskir, at føroyska mentunarlívið skal gerast fíggjarliga bundið av stuðli frá kolvetnisvinnuni, sigur Ben Arabo.
Stórt vónbrot
Á Plátufelagnum Tutl ræðast tey tó hvørki at gerast bundin at stuðli ella fáa eina einstaka stóra peningainnspræning.
- Vit hava tað listarliga tilfeingið, sum skal til fyri at gerast stórútflytarar av listarligum tilfari, men vit hava bara ongantíð fingið fíggjarligu møguleikarnar til at satsa stórt. Tí er tað eitt stórt vónbrot, at kolvetnisfyritøkurnar ikki brúka hendan møguleikan at gera ein mun og skapa sær goodwill, tí eg veit, hvussu nógva positiva ávirkan tær kunnu fáa á útinnandi listina í Føroyum. Við tað, at kolvetnisfyritøkurnar eru so peningasterkar, kunnu tær gera nógv gott fyri føroysku listina fyri lutfalsliga smáar stuðulsupphæddir, upphæddir, sum helst hvørki gera frá ella til, verða tær lætnar sum stuðul í størri londum, sigur Kristian Blak.
Hann vil ikki tó ikki fara so langt sum at lata vónbrotið gerast til ónøgd. Sum royndur fundraiser bæði í Føroyum og uttanlands veit hann, at allar fyritøkur hava sín fulla rætt til at siga ja og nei til at veita stuðul, alt eftir hvussu tað hóvar teimum, og at hetta eiga umsøkjarar góðtaka.
- Tað kann jú eisini vera, at vit ikki er nóg dugnalig til at selja okkum sjálvi til kolvetnisfyritøkurnar, og at vit í veruleikanum bara eiga at gera betur vart við okkum, sigur Kristian Blak