Ár um ár, fær hann tær at gýta.
Ár um ár somu kýr í flórin skíta.
Fullar av mentunarhoyggji og kraftfóðri,
standa tær og jótra.
Vita væl av at hann stendur klárur við næstu mettuni,
bara tær hyggja uppúr,
tá síðsta mettan er súr.
Mentunarbóndin hjúklar um sínar kýr - so væl
at básarnir skjótt hoykna niður og kýrnar skræðna av vælvild, mettar.
Tær vóru fyri nógvum árum síðan, á básin settar.
Nú er bara eftur at tær verða flettar,,
so mentunarbóndin fær - tikið sær
síðstu mjólkadroparnar í koppar,
kroyst teirra feitu kroppar
og kóka sær eina feita suppu
av teirra beinum.
Og tá eftur er skinnið bera,
kanska fer hann at skera,
teirra navn í útspenta skinnið.
Tástani hyggur, mentunarbóndin feiti,
eftur kúnni, hann gloymdi á beiti.
Hon hevur í nógv ár bert eti mold
og er skitin og kløn uppá hold.
Mjólkin er slept og eyguni stór,
men enn dugur hon eisini, at skíta í flór.
VÀL feb. 2012










