Mentir leiðarar

Leiðaraskúli við norðurlendskum luttakarum var við Gjógv í farnu viku. Tað er Føroya Ungdómsráð, sum saman við Samorganisation for Ungdomsarbejde, stytt NSU, hevur skipað fyri tiltakinum, ið er fyri ungdómsleiðarar í Norðurlondum. Jákup av Skarði frá Føroya Ungdómsráð sigur, at leiðaraskúlin hevur ment tey fólkini, sum arbeiða innan tað skipaða ungdómsarbeiði á okkara leiðum. Aðalendamálið við tiltakinum var at stimbra og menna ungdómsleiðarar. Jákup av Skarði sigur, at hann er væl nøgdur við úrslitið.
- Vit hava koyrt eina leypandi eftirmeting, og tað hevur verið øgiliga positivt; sjálvt niður til minstu detalju við gisting og mati. So eg má siga, at leiðaraskúlin hevur verið øgiliga væl eydnaður, sigur Jákup av Skarði.
Leiðaraskeiðið hevur verið merkt av fyrilestrum, bólkaarbeiði, og kjaki. Jákup av Skarði sigur, at tíðin má vísa, hvat fer at liggja eftir.
- Kanska kann okkurt av hesum brúkast í framtíðini, tá leiðaraskúli aftur verður á skránni, sigur Jákup av Skarði

--

MYNDATEKSTUR: Einir tretivu luttakarar vóru á leiðaraskeiði við Gjógv. Her er norðurlendski ungdómurin avmyndaður uttanfyri Norðurlandahúsið, har seinasta máltíðin var, áðrenn tey fóru hvør sín veg

Mynd: Bárður