Mentannarnátt eftir Hoyvíksvegnum

Mentanarnáttina 28. mai skipar Gongubólkurin hjá Felagnum Tórshavn fyri einum kunningartúri oman eftir Hoyvíksvegnum.

Hoyvíksvegurin er, sum hann nú liggur rættiliga nýggjur, serliga í ovara enda; og tó er gøtan gomul farleið millum Havn og Hoyvík.

Ikki fyrr enn upp undir »útskiftingina« millum Eystara Húsagarðsfesti hjá Júst bónda og Vestara Húsagarðsfesti, sum kommunan hevði, vórðu nakrar traðir stykkjaðar út oman fyri Hoyvíkstjørn.

Býarvøksturin undan og í langa tíð aftan á var farin fram á Vestara Húsagarðsfesti og í vesturbýnum. Tað førdi m.a. við sær, at Veðurstøðin mátti flyta av økinum niðast á Svalbardsvegnum niðan á kneysan ovast á Sanatoriutrøðni, har hon so enn er.

Vestan fyri Hoyvíkstjørn vóru um 1960 bert húsini hjá Óla Bjørn Viðstein, Jógvan Johannesen og Leivi Christiansen umframt longri niðri barakkirnar við Hoyvíkstjørn og smáttan hjá Gynne Jóannesi, og norðanfyri húsini hjá Jákup Vágseið.

Vestanfyri kom síðan øll sethúsabyggingin á Konmansmýru við Láarvegi, Mýrisnípuvegi, Spógvavegi og Vípuvegi; tær báðu seinnu ganga úr nýggja Tjaldursvegi, ið varð løgd eftir geilini oman fyri hjá Óla Bjørn Viðstein og vestur í longdu R. C. Effersøesgøtu. Omanfyri var kneysi við kanónstøð frá krígnum.

Eystanfyri og oman fyri Marinustøðina føra nú Tjarnarlág og Fútalág oman í onnur sethúsaøki, men restin av økinum omanfyri fram við Hoyvíksvegnum er vorðin nýbygd við virkis- og handilsbygningar.

Eftir at Sanatoriuvegurin var bygdur, mundi mesta gongdin niðan til Hoyvíkar vera eftir hesum vegi, og bert nøkur fá hava dagliga gingið eftir Hoyvíksvegnum oman fyri Marinustøðina og Stoffalágvegin, men niðanfyri og oman eftir Gripsvegnum hava mong havt síni spor alla seinastu øld.

Evensens Havi, klovnisteinar, Mannaskarð og Eyrgøtan eru bert nøkur fá av teimum mongu staðarnøvnunum fram við Hoyvíksvegnum, og sum Janus Mohr tekur fram í bókini Lív og Lutir.

Mentanarnáttina 28. mai skipar Gongubólkurin hjá Felagnum Tórshavn fyri einum túri, har fólk hava høvi at royna at síggja hesi pláss og ganga omaneftir Hoyvíksvegnum.

- Nógvar eru søgurnar, og tínar søgur vilja vit eisini fegin hoyra, siga tey í Gongubólkinum.

Byrjað verður uppi við Óðinshædd, har Leið 2 kemur niðan klokkan 18:20.