Harry Potter-sjónleikarin Robert Pattinson, ið hevur spælt leiklutin sum Cedric Diggory í seinastu Harry Potter-filmunum, fekk mentannarhvøkk, tá ið hann kom til Hollywood. Pattinson fór til Hollywood fyri at leika við í nýggja vampyrfilminum ?Twilight?, men her var hann sera kløkkur yvir, hvussu fólk fóru við honum. Pattinson hevði nevniliga ongantíð hugsað um, at tenn hansara kundu verið ein trupulleiki.
- Eg skuldi absolutt hava tað perfekta smílið. Eg sá ikki, at nakað feilti tonnum mínum, men tað hildu framleiðararnir. Teir noyddu meg t.d. til at ganga runt við boyla, sigur nýggja stjørnan frá.
Hann klagar eisini um, Hollywood stilla onnur krøv til hansara. M.a. vilja framleiðararnir av nýggja filmi hansara eisini gjarna hava, at Pattinson fær stýr á hári sínum.










