Hósdagin verður Reinsaríið í Havn karmur um, at mentanarvirðislønir M.A. Jacobsen verða handaðar.
Talan er um fimm virðislønir. Tríggjar M.A. Jacobsens virðislønir verða givnar fyri fagurbókmentir, yrkisbókmentir og mentanaravrik.
- Ein nevnd við fimm limum umboðandi býráðið, Fróðskaparsetrið og Rithøvundafelagið, ger av, hvør fær virðislønirnar. Virðislønirnar eru 35.000 kr. hvør, skrivar Reinsaríið á heimasíðuni.
- Tvær Barnamentanarheiðurslønir verða handaðar, og eru 35.000 kr. hvør. Í nevndini fyri heiðurslønina eru fimm limir, sum umboða býráðið, Býarbókasavnið og skúlabókavørðirnar í kommunalu skúlunum, skrivar heimasíðan.
Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verða handaðar í Reinsarínum hósdagin 20. oktober 2016, kl. 17.00.










