Leikluturin sum mentanarberi skal styrkjast og samstarv við útlendsk miðlahús mennast, sigur Johnny í Grótinum, nýggjur kringvarpsstjóri.
Hann leggur dent á, at hann ikki einans hevur áhuga fyri tíðindapartinum av uppgávuni hjá Kringvarpinum. Hóast hann ætlar sær at styrkja og menna leiklutin hjá Kringvarpinum sum partur av fjórða statsvaldinum, so skal mentanin ikki vera við sviðusoð.
- Tað undraði meg, tá eg las starvslýsingina, at meðan Kringvarpið kallar seg fremsti mentanarberi landsins, so er tað kortini tíðindaflutningurin, sum fyllir mest. Eg haldi, at KVF skal gerast sjónligari á mentanarliga økinum eisini, sigur nýggi kringvarpsstjórin, Johnny í Grótinum. Hann vísir til Danmark, har drama-deildin hjá DR spælir ein stóran og týdningarmiklan leiklut í samfelagnum og samfelagskjakinum og í stóran mun er við til at seta ting á breddan.
Les eisini: Fer ikki at kanna litin á tíðindafólkunum
Johnny í Grótinum sigur, at eitt, sum hann fer at arbeiða við, er at fáa samstarvsavtalur í lag við útlendsk miðlahús.
- Eg fari at royna at gera eina avtalu við DR um at gera eina sendirøð úr Føroyum. Eins og stjørnutroyggjan hjá Guðrun og Guðrun varð sett á heimskortið gjøgnum Forbrydelsen, so kann ein líknandi røð seta Føroyar á heimskortið, um søgan hevði gingið fyri seg her, sigur Johnny í Grótinum. Hann heldur, at har eru ótroyttir møguleikar at fáa nakrar ágóðar í samstarvi við útlendsk miðlahús.
- Eg haldi eisini, at mín bakgrund úr fíggjarheiminum og sum sjúkrahússtjóri gevur mær førning til at skapa slíkt samstarv tvørtur um landamørk, sigur hann. Hann sær eisini fyri sær, at útlendsk fjølmiðlafólk, sum vitja Føroyar, ofta sum partur av onkrum átaki hjá Visit Faroe Islands, kundu veitt tilfar til Kringvarp Føroya, meðan tey eru í Føroyum.