Listaframsýningar, sjónleikur, konsertir, fyrilestrar, matstovur, vertshús, kaféir og nógv, nógv annað gera býin spennandi, dragandi, livandi og fjøltáttaðan. Havnin er full av lívi. Her er fjølbroytt handilslív, og her eru áhugaverd mentanartilboð.
Fert tú at ganga, á degi ella á kvøldi, er altíð okkurt forkunnugt um hornið.
Tað er altíð gleðiligt, tá ið býurin er vertur fyri stórum mentanartiltøkum. Tí er tað mær ein stórur heiður at hava fingið høvi at bera fram hesa heilsan, nú ið palltjaldið verður drigið frá Asfalt-verkætlanini.
Sum partur av mentanarnáttini 2006 fer Asfalt-tónleikur at seta sín dám á miðbýarpallin í Havn. Í tveir dagar fara tónleikur, sangur og lívsgleðin at runga í Tórsgøtu í alskyns ljóð- og ljósbrigdum.
Vónandi fer Asfalt, sum <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Bogi Andreasen"$?$end$!$Bogi Andreasen</st1:PersonName$?$end$!$, <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Annlis Bjarkhamar"$?$end$!$Annlis Bjarkhamar</st1:PersonName$?$end$!$ og onnur gróðursettu í vár, at blóma, bera ávøkst og geva afturljóð um alt landið og uttanlands.<BR>Fyri Tórshavnar kommunu fari eg at bera fram øll góðynski fyri Asfalt, og vóni eg, at tiltakið verður ein fastur summartáttur í høvuðsstaðnum, tí fasettirnar í fjølbroyttu skránni spenna víða og bjóða tað besta av tí besta í føroyskum tónleiki.
Ein slík verkætlan er stór og krevur, at stevið, samstarvið og samanhaldið er gott. Neyðugt er at lyfta í felag, skal endamálið røkkast at seta føroyskan tónleik í miðdepilin og varpa ljós á fjølbroytta tónleikaumhvørvið í Føroyum.
Í hesum sambandi fari eg at takka fyriskiparum, høvuðsstuðlum, handilsfólki, vinnulívi, grannalagnum í Tórsgøtu og øllum tykkum, ið hava stuðlað tiltakinum og rætt eina hjálpandi hond.
Tykkara stuðul og beinasemi gera tað stuttligt at búgva og virka í Havn,
.... og nú bíða vit spent, at fruktin búnast!
<st1:PersonName w:st="on"$?$end$!$Heðin Mortensen</st1:PersonName$?$end$!$,<BR>borgarstjóri










