Mentanin bløðir

   

Leivur Hansen
býráðslimur
???????????

Tungt er at byggja upp. Skjótt er at bróta niður.
Hesi vísdómsorð fullu mær í huga, tá eg um dagarnar frætti um sparingarnar hjá landinum á kvøldskúlaøkinum næsta ár.
Tað hevur ikki júst verið nakað løtuverk hjá landi og kommunum at fáa kvøldskúlaskipanina upp á tað støði, hon nú eftir tógvið stríð og strev var komin.
Men hvat uppliva vit so nú?
Jú, mín sann, um teir ikki eru í fullari ferð við at máa støðið undan henni aftur.
Avleiðingarnar av fráboðaðu sparingunum verða, at hundraðtals fólk missa møguleikan fyri at fáa undirvísing á kvøldskúla í vetur.
Og sum ikki eina ferð eru tað tey veikastu okkara millum við tí størsta tørvinum, sum verða við sviðusoð.
Í Havn td. (har játtanin til kvøldskúlan er skerd við 400.000 kr.) hevur verið neyðugt at taka alla undirvísing fyri brekað og allar próvtøkulærugreinir av skránni, tí játtanin bert røkkur til ta vanligu kvøldskúlaundirvísingina.
Útreiðslubýtið millum land og kommunu er her 50 prosent, meðan landið einsamalt fíggjar serundirvísingina og próvtøkulærugreinirnar, sum nú altso verða strikaðar.
Í summar stóðu musikkskúlarnir fyri spariskotum, og hóast teir tá sluppu við skrekkinum, er neyvan síðsta harmaljóðið komið haðani enn. Og sum skilst er støðan á bókasøvnunum ikki stórt mætari.
Tað er harmuligt ferð eftir ferð at noyðast at ásanna, at hvørja einastu ferð, spariknívurin er á lofti her á landi, so bløðir mentanin.
Aðrastaðni royna tey harafturímóti - ikki minst í ringum tíðum - júst at hjúkla og fjálga um mentanina og tað, sum har uppi í hongur.
Løgið, at tað bara skal loysa seg hjá teimum og ikki hjá okkum.
Leiðarin á Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúla hevur heitt á løgtingið um at taka støðu til, um Føroyar hava ráð til kvøldskúlaundirvísing ella ikki.
Vónandi fær hann eitt klárt og greitt svar og ikki bara ein slutur fyri ein slatur, sum fryktandi tíverri er fyri.