Mentanarvirðislønir latast hósdagin

Hósdagin handar Tórshavnar kommuna Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar býráðs á almennum fundi í Müllers Pakkhúsi í Havn .

Tilsamans fimm virðislønir verða latnar í ár. Tríggjar virðislønir verða latnar í navni M. A. Jacobsens. Ein fyri mentanaravrik, ein fyri fagrar bókmentir og ein fyri yrkisbókmentir. Eisini verða tvær Barnabókaheiðurslønir latnar í ár.

Frá byrjan kundu ein ella tvær M. A. Jacobsenvirðislønir verða latnar. Eftir 1972 skuldi onnur virðislønin latast yrkisbókmentum og hin fagurbókmentum. Frá 1985 bar eisini til at lata virðisløn fyri mentanaravrik, og nevndin fekk heimild til ikki at lata onkra av virðislønunum.

Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1977.

Tá Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar býráðs verða handaðar hósdagin 24. september 2009 kl 17:00 verða eisini fýra sangframførslur at hoyra. Øll eru vælkomin til hesa løtu í Müllers Pakkhúsi í Havn.