Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listarligt lívsverk á høgum listarligum støði ella hava skapað eitt ella fleiri listarlig avrik, ið gera, at viðkomandi má haldast at hava uppiborið ein heiður sum Mentanarvirðisløn Landsins.
Nevndin, ið sambært reglugerð ger tilmæli til landsstýrismannin, sigur m.a.í grundgeving síni:
Ingálvur av Reyni hevur í myndlist síni víst á nýggjar leiðir og flutt mørk sum fáur. Sterku og eyðlýstu komposisjónir hansara og fjølbroytta avrik eru vitnisburðir um listamann, ið hevur sett sær høg mál og ásannað, at í listini eru einans tey strangastu krøv galdandi. Við trúfesti sínum ímóti sannari list hevur hann hesa seinastu hálvu øldina verið eitt fyridømi fyri øll føroysk listafólk.
Mentanarvirðisløn Landsins verður handað á almennum hátíðarhaldi, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið skipar fyri í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 30. oktober kl.20.00.