Mentanarvikan er í gongd í Runavík í hesum døgum. Í kvøld, í morgin og sunnudagin verða fleiri mentanartiltøk á skránni. Í kvøld verður eisini serliga átakið "Trumfa", har handlarnir hava opið fram til midnátt í samband við mentanarnáttina, sum er á skránni í kvøld.
Rás2 hevur sent úr Runavík í allan dag. Praktikanturin, Árni Laksáfoss Simonsen tók kykmyndir av samrøðunum, sum vóru á Rás2 fyrrapartin.
Á hesari leinkjuni ber til at hoyra og síggja samrøðuna við Hergeir Eldevig, samskipara, sum heldur, at tað hevur gingið væl við mentanarvikuni hesar farnu dagarnar: http://www.youtube.com/watch?v=2JyosL_idhA
Á hesari leinkjuni ber til at hoyra og síggja samrøðuna við Magnus Rasmussen, borgarstjóra, sum heldur, at mentanarvikan varpar ljós á Runavík, og hann fegnast um tey mongu tiltøkuni, sum eru í samband við mentanarvikuna: http://www.youtube.com/watch?v=iWHFdzYP7eI
Á hesari leinkjuni ber til at hoyra og síggja samrøðuna við Jan Nielsen frá Torghúsinum, sum sýnir fram nógv heimavirkni á mentanarvikuna: http://www.youtube.com/watch?v=djWVuj0MATc
Á hesari leinkjuni ber til at hoyra og síggja samrøðuna við Ásbjørn Berthelsen, leiðara hjá Løkshøll um leiklutin hjá Løkshøll í samband við mentanarvikuna: http://www.youtube.com/watch?v=vfrG4-a5Vgk
Á hesari leinkjuni ber til at hoyra og síggja samrøðuna við Svend Højgaard, leiðara av bókasavninum við Løkin, sum eisini eigur sín lut á mentanarvikuni við ymiskum framsýningum og tiltøkum: http://www.youtube.com/watch?v=_dPULsEezmg
Á hesari leinkjuni ber til at hoyra og síggja samrøðuna við Marner Pattinson frá Roysninum, sum er felagið fyri frælsan ítrótt á staðnum. Tey hjá Roysninum skipa eisini fyri tiltøkum á mentanarvikuni: http://www.youtube.com/watch?v=Q6rL8zTBdPs