– Og skráin er fjøltáttað og spennandi og fevnir um bæði tónleik, konsertir, framsýning, fyrilestur um list, ítrótt og rørslu og mangt annað – og ikki minst er eitt nýtt spennandi annarleiðis tiltak á skrá undir heitinum Matgonga, skrivar Vágs kommuna í tíðindaskrivi.
Millum spennandi tiltøkini Mentanarvikuna er áhugaverdur fyrilestur í Miðlatúni undir heitinum:
»Asnaspark til list og listabrúk… – Hvat kann listin elva til í nærumhvørvinum?«.
Tað er listamaðurin Ole Wich, sum kemur at hava hendan fyrilesturin um list í almenna rúminum.
Fyrilesturin verður í Miðlatúni mánadagin 29. apríl kl. 19.30.
Umrøða av tiltøkum í Mentunarvikuni verður á heimasíðuni hjá Vágs kommunu, www.vagur.fo