Mentanarvikan í Runavíkar kommunu tekur skap

Vit ganga móti ljósari tíðum og Runavíkar kommuna ger seg til reiðar til næsta stóra vártiltakið. Mentanarvikan í Runavíkar kommunu verður í døgunum 23. til 30. apríl. Skráin fevnir um tiltøk til allar aldursbólkar og øll áhugamál. Mentan verður sett á breddan í øllum bygdum í kommununi hesa vikuna.


Vit gleða okkum til eina góða og innihaldsríka mentanarviku, har kend listafólk og nýggir spírar seta sín dám á. Søga og samtíð, tónleikur og list, kjak og upplivingar av alskyns slag renna saman við flaggdagshaldið og tilboðum frá áhugaverda og umfatandi handilslívinum. 

 

Stóru savningarstøðini: Løkshøll, Gula Smiðja og Bókasavnið við Løkin spíla seg eisini út og einkult tiltøk eru longu sett til sølu.

 

Ein fastur táttur í skránni er skrivaða orðið og føroyska málið. Skrivikappingin, sum í ár var at skriva eina yrking, hevði aftur hesa ferð góða undirtøku og 123 yrkingar vórðu latnar inn. Vinnararnir verða kunngjørdir sunnukvøldið 23. apríl.


Burtur úr rúgvismiklu skránni kunnu nevnast tiltakið; Norska Løva og Gullleyvan, sum er ein skattaveiða og livandi søguforteljing í Lamba. Kvøldsetan á Skála fer at snúgva seg um smiðjuarbeiði í 1950 og 60’unum. Stóri tónleikafagnaðurin “Nú sprettur á fold” í Løkshøll fevnir um hornorkestur- og kórframførslur, dansispøl, og felagssang.

 

‘Mýrarnar tala” er ein forkunnugur heimildarfilmur úr Rituvík. Gula Smiðja hevur serstaka skrá, mest til tey ungu, men konsertir sum eitt nú SWANGAH draga fleiri aldurbólkar inn á gólvið.

 

Til alla lukku varð dansistovan í Funningi endurreist. Í hesum sambandi verður satt hátíðarhald  í Funningi í mentanarvikuni og skráin er fjølbroytt.


Støkk inn á gólvið í Gulu Smiðju sunnudagin 23. apríl kl. 14.00 ella kom í felag við antin Rynkunum ella Roysninum.

 

Meira kunning fæst á visitrunavik.fo og á facebooksíðuni “Mentanarvikan í Runavíkar kommunu”.

 

Visit Runavík