Mentanarvikan í Runavíkar kommunu sett

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, setti árligu mentanarvikuna í Gulu smið

Frá 23-30 apríl, verða hópin av tiltøkum í teimum 15 bygdunum í kommununi.

 

Á skránni er okkurt til allar aldursbólkar og ymisk áhugamál.

 

Á Visit Runavík greiða tey frá, at fyrireikingarnar hava gingið væl. Tær ymisku bygdirnar hava víst stóran áhuga fyri at hýsa tiltøkum mentanarvikuni og gleða seg at taka ímóti teimum vitjandi.

 

Skráin og kunning sæst á mentanarvikan.webflow.io