Í blaðnum í gjár skrivaðu vit nakað um skránna fyri altjóða vinnuráðstevnuna, sum verður í Runavík um ein góðan mánað. Tá ið stigtakararnir til ráðstevnuna fóru í gongd við fyrireikingarnar, var tað skjótt, at Runavíkar Kommuna lá framvið, og kommunan hevur gjørt av at gera eina mentanarviku í sambandi við ráðstevnuna.
Størri uppliving til borgararnar
Rodmund Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur, at kommunan tók stig til mentanarvikuna, tá ið teir frættu um ráðstevnuna, og at mentanartiltøkini verða gjørdi fyri at gera karmarnar kring Faroexpo eitt sindur meiri litríka.
- Vit skipa fyri hesi mentanarvikuni, soleiðis at borgararnir í Eysturoynni fáa eina enn størri uppliving burtur úr hesi ráðstevnuni, og á henda hátt royna vit at seta okkara dám á Faroexpo, sigur Rodmundur Nielsen.
Borgarstjórin greiðir frá, at kommunan í sambandi við mentanarvikuna hevur boðið fleiri listarfólkum úr vinarbýunum hjá Runavík at koma til Føroya at sýna fram, spæla tónleik ella hvat, ið tey nú einaferð fáast við.
- Vit royna at fáa so breiða umboðan sum gjørligt, men tá ið tú fæst við mentanartiltøk, tekur tað altíð langa tíð at fáa skránna endaliga upp á pláss, og soleiðis er eisini í hesum førinum, sigur Rodmund Nielsen. Hann sigur, at ein fyribilsskrá er gjørd, men tað legst allatíðina afturat, og endaliga skráin verður neyvan tøk fyrr enn beint undan vikuni.
Millum tey tiltøk, ið tó eru fastløgd fyri mentanarvikuna, eru eitt nú málningaframsýning, útisjónleikur og klassisk konsert.
Umráðandi við virknum vinnulívi
Tað er Eysturoyar Vinnufelag, ið hevur tikið stig til Faroexpo 2005, og borgarstjórin í Runavíkar kommunu fegnast um, at slík stig verða tikin:
- Tað at vinnulívið setur fokus á samstarvsmøguleikar í sambandi við útflutning, tulki eg sum eitt seriøst útspæl frá vinnulívinum um at koma víðari í menningini, og tað haldi eg er at fegnas um, sigur Rodmund Nielsen.
Borgarstjórin sigur, at týdningurin av einum virknum vinnulívi er ovurhonds stórur, og í Eysturoynni hava tey fleiri dømi um, at fyritøkur hava sligið seg saman um okkurt arbeiði, soleiðis at tað ikki er gloppið teimum av hondum.