Mentanarpolitikkur komandi 4 árini

Eyðgunn Samuelsen
valevni hjá Javnaðarflokkinum
heima.olivant.fo/~eydgunn/
???????

Í míni skrá fyri býráðsarbeiðinum komandi 4 árini havi eg sett nøkur átroðkandi mál á dagskránna. Nú mentanarleiðari loksins er settur í kommununi, hava vit møguleikan fyri at føra ein skipaðan mentanarpolitikk, ið ikki bert snýr seg um 1 ár í senn, men hugt verður fleiri ár fram í tíðina. Fyrsta uppgávan verður tí, sjálvandi í dialog við tey ið mynda mentanina í býnum í dag, at fáa orða nøkur mentanarpolitisk stevnumið ella ætlannir. Henda 5-10 ára ætlan skal síðan vera støðið undir einum mentannarpolitiskum orðaskifti í býráðnum og enda við, at ætlanin verður samtykt.

Atlantis.
Mál ið troðka á at fáa eina loysn eru fleiri. Støðan í Atlantis og harvið trupulleikin hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag má loysast, møguliga er rætt at útbygga Atlantis við einum sali og palli ið kann nýtast til venjingar- og framførðsluhøli, hetta eigur at verða kannað og fáa eina politiska viðgerð. Tað loysir ongan trupulleika at sleppa biografinum og lata sjónleikarafelagi fáa tann partin tí so missa vit tvey fyri eitt. Í øllum førum, eiga vit at hjálpa til at útvega Klaksvíkar Sjónleikarafelag hølir og sømiligar karmar at virka undir.

Bókasavnið.
Somuleiðis eigur støða at verða tikin til framtíðina hjá bókasavninum. Eitt álit er gjørt, ið lýsir framtíðartørvin og spurningin um hvønn leiklut bókasavnið skal hava í framtíðini, bæði við atliti til skúlaverkið og Landsbókasavnið. Fyri mær er púra greitt at bókasavnið skal í framtíðini verða meginbókasavn við denti á tænastu til alt skúlaverkið í Norðoyggjum. Eis-ini av hesi grund, er neyð-ugt at útbyggja bókasavnið. Ferðsluforðingin má tí ger-ast millum skúlan og bóka-savnið beinanvegin.

Tónleikur.
Í vár var ein loysn við venj-ingarhølum til tónleikarar um at koma undir land, tíverri datt henda ætlan niðurfyri tí hølini vóru nýtt til annað endamál. Ein býur við so blómandi tónleikalívið, sum Klaksvíkin, má hava eitt stað har bólkar kunnu venja og hava framførslur.
Hetta eru nøkur av málinum, ið arbeiðast skal við innan mentanarøkið.