Mentanarnevndin umrøtt viðurskiftini hjá teimum ungu

Mentanarnevndin í Klaksvíkar Býráð skundar undir málið um ungdómshús

Mentanarnevndin umrøtt viðurskiftini hjá teimum ungu

Klaksvík: Mentanarnevndin í Klaksvíkar Býráð hevði fund í gjár. Á fundinum kom millum annað fram, at nevndin hevur samtykt at biðja býráðið geva heimild til at lýsa eftir og seta ein leiðara til ætlaða ungdómshúsið. Sosiala nevnd skal orða ein ungdómspolitikk og umsitingin skal skjótast gjørligt finna hóskandi høli til ungdómshúsið.
Eyðgunn Samuelsen, virkandi forkvinna í Mentanarnevndini, sigur, at tað fer at taka sína tíð, at fáa hesi viðurskifti upp á pláss. Eitt er at finna høli, men tað skal eisini riggast til, so tað hóskar til endamálið.
- Vit høvdu viljað at tað kundi verið klárt til býráðsfundin, sum verður tann 26. februar, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.

- sae -