Sambært Andrias Petersen, sum er formaður í mentanarnevnd Løgtingsins, hevur verið vanligt, at nevndin fer á uttanlands kunningarferð á øðrum hvørjum ári. Á fundi í mentanarnevndini tann 2. mai, varð avrátt, at fara á ferð til Danmarkar og Svøríkis í september at kunna seg við viðurskiftini millum kirkju og stat, og hvussu man í Svøríki frá almennari síðu hevur verið við til at menna mentanarøkið.
Tá vit prátaðu við Andrias Petersen týsmorgunin, var nevndin júst komin á vitjan hjá Kongaligu Operuni í Keypmannahavn. Hagani gongur leiðin út á danska kirkjumálaráðið, har fundur verður við Bertil Haarder og embætisfólk, um hvørjar hugsanir danir gera sær um kirkjulóggávu í framtíðini.
Nevndin fer síðani til Svøríkis í kvøld, og í morgin árini verður vitjað hjá biskupinum, Caroline Krook, sum fer at greiða frá um, hvørjar royndir sviar hava gjørt sær, eftir at teir valdu at slíta sundur sambandið millum kirkju og stat tann 1. januar 2000.
Seinni í morgin fer mentanarnevndin á vitjan í svenska mentamálaráðnum, har statsráðið, sum kann samanberast við ein vararáðharra, fer at greiða frá um svenskan mentunarpolitikk, við serligum atliti til útjaðaran. Harumframt hevur nevndin heitt á statsráðið um at greiða frá um tann serliga mentanarstuðul, sum sviar lata útflutningi av tónleiki og sum hevur víst seg at eydnast væl.
Við á kunningarferðini í Danmark og Svøríki eru limirnir í mentanarnevnd Løgtingsins: Andrias Petersen, formaður, Jógvan við Keldu, næstformaður, Marjus Dam, John Johannessen, Olav Enomoto, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen. Nevndin kemur heim aftur hóskvøldið.